Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almanna- og Mentamálaráðið: Javnstøðunevndin, sum skal veljast av nýggjum eftir hvørt løgtingsval, er nú sett. Tað verður Bjørk Maria Kunoy, sum verður forkvinna og skal standa á odda fyri nevndini.

Á fundi seinnapartin bjóðaði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, ið eisini er landsstýriskvinna í javnstøðumálum, nýggju nevndini vælkomnari og takkaði samstundis fráfarandi nevndini fyri teirra arbeiði.

Landsstýriskvinnan vísti í hesum sambandi á tann serliga leiklutin, sum Javnstøðunevndin hevur at varpa ljós á javnstøðumál og at gera vart við avbjóðingarnar á økinum. 

Í Javnstøðunevndini eru:

- Bjørk Maria Kunoy, forkvinna, umboðandi Føroya landsstýri

- Jógvan Philbrow, umboðandi løntakarar

- Jórun Gardar, umboðandi arbeiðsgevarar

- Pætur Zachariasson, umboðandi skúla-, heilsu- og almannaverk

- Gunnhild Persson, umboðandi Kvinnufelagssamskipan Føroya

Varaumboð eru:

- Niels Uni Dam, næstformaður, umboðandi Føroya landsstýri

- Mary Antonsdóttir, varaumboð vegna løntakarar

- Marius Thomassen, varaumboð vegna arbeiðsgevarar

- Gunvá Magnussen, varaumboð vegna skúla-, heilsu- og almannaverk

- Elin Holm, varaumboð vegna Kvinnufelagssamskipan Føroya

Tað er landsstýriskvinnan í javnstøðumálum, ið setir Javnstøðunevndina, millum annað við tilmæli frá arbeiðsgevarum, løntakarum, skúla-, heilsu- og almannaverki og Kvinnufelagasamskipan Føroya.

Javnstøðunevndin virkar sambært løgtingslóg nr. 52 frá 3. mai 1994 um javnstøðu millum kvinnur og menn. Javnstøðunevndin skal m.a. hava eftirlit við, at javnstøðulógin verður hildin, vera ráðgevi hjá myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum og gera tilmæli í javnstøðumálum. Afturat hesum er Javnstøðunevndin klagumyndugleiki, og hevur hon sum uppgávu at viðgera klagur frá fólki, sum halda seg hava verið fyri mismuni vegna kyn.

Javnstøðuskrivstovan, sum er felags skrivstovan hjá Javnstøðunevndini og Demokratia, hevur síðan 2022 havt fulltíðarsettan akademiskan samskipara. Brandur Mortensen Nolsøe er samskipari á Javnstøðuskrivstovuni og skrivari hjá Javnstøðunevndini og Demokratia.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo