Bretski vara-forsetisráðharrin Dominic Raabs leggur frá sær eftir ákærur um happing.
Tí boðar hann sjálvur frá á Twitter.
Í fleiri mánaðir er Dominic Raab ákærdur fyri at happa síni starvsfólk í millum øðrum løgmálaráðnum - fleiri ákæra hann fyri at fáa fólk at gráta og spýggja undan einum fundi av hansara atburði.
Hesar ákærur førdu so til eina kanning, har niðurstøðan í gjár var handað forsætisráðharranum Rishi Sunak.
Men longu áðrenn niðurstøðurnar eru almannakunngjørdar, hevur Raab lagt frá sær, skrivar DR.
My resignation statement.???? pic.twitter.com/DLjBfChlFq
— Dominic Raab (@DominicRaab) April 21, 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo