Sambandsflokkurin á Fólkatingi: Gransking í uttanríkis- trygdar- og verjupolitikki, havgransking, betri umstøður til løgregluna, umvæling av sluppini Johannu, burturbeining av markaforðingum og framhald av Sjómaq verkætlanini eru millum góðu úrslitini, sum Anna Falkenberg fyri Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur fingið av skafti til fíggjarlógarsamráðingarnar í ár.
“Frá byrjan av setti eg mær fyri at fáa nøkur góð mál, sum gagna øllum ríkisfelagsskapinum. Tað meti eg, at vit kunnu vísa á, nú úrslitið liggur á borðinum,” sigur ein glað Anna Falkenberg, fólkatingskvinna, nú fíggjarlógarsamráðingarnar í Danmark fyri 2023 eru av.
Millum heilt stóru raðfestingarnar, er serliga granskingin í uttanríkis-, trygdar- og verjumálum nakað at fegnast um. Seinastu tíðina hava vit merkt økta spenningin kring Føroyar. Tó er gransking innan økið ein mangulvøra í Føroyum. Hetta er tískil eitt nýbrot innan uttanríkis-, trygdar- og verjumál í Føroyum.
“Tá tað snýr seg um okkara felags trygd og verju, er tað av alstórum týdningi, at vitanargrundarlagið, sum okkara avgerðir verða tiknar út frá, er trygt. Um avgerðirnar skulu vera tær røttu, so er gransking um føroysk viðurskifti ein fortreyt – tí havi eg raðfest hetta.” - sigur Anna Falkenberg.
Harumframt hevur Sambandsflokkurin fingið játtað 15 mió. kr. til havgransking. Okkara náttúru- og havumhvørvi er í stórari broyting orsakað av veðurlagsbroytingunum. Havið er tað, vit liva av í Føroyum. Tó vita vit ikki nóg væl, hvussu eitt nú veðurlagsbroytingarnar hava og framvegis fara at ávirka havstreymarnar og lívið í havinum kring Føroyar. Árini 2019-2023 vórðu 25,5 mió. settar av eftir umbøn frá Edmundi Joensen, táverandi fólkatingsmanni, men tørvurin á veðurlagsgransking er enn ovurstórur, og tí fegnast Anna Falkenberg, at hetta arbeiðið heldur fram.
Harafturat eru, í samstarvi við Javnaðarflokkin á Fólkatingi, játtaðar 5,8 mió. kr til ein innandura skjótibana til føroysku løgregluna. Løgreglan hevur leingi havt vantandi umstøður – serliga til skjótivenjingar – og hetta verður nú broytt. Innandura skjótibanin stendur væntandi klárur í 2024.
2,5 mió. kr. eru játtaðar til at beina burtur markaforðingarnar í ríkisfelagsskapinum. Sambandsflokkurin fór til val uppá at beina burtur ávísar markaforðingar, har ein teirra var at geva føroyingum, búsitandi í Danmark, goldið farloyvi til ansing av teirra kæru við sokallaða “plejeorlov”. Hetta stendur eisini í danska samgonguskjalinum eftir áheitan frá Sambandsflokkinum.
Føroyingar búsitandi í Danmark hava ikki rætt til goldið farloyvi, um teir skulu heim til Føroyar at ansa einum avvarandi, sum er doyggjandi. Hetta verður nú broytt, soleiðis at avvarandi búsitandi Danmark fáa ein fíggjarligan styrk, tá tey skulu heim til Føroyar at ansa sínum kæru. Umframt játtanina á fíggjarlógini, so skal lógarbroyting eisini til, sum væntandi verður framd í juli.
Sjómaq-verkætlanin, sum byrjaði í fjør, hevur sum endamál, at ungdómar í øllum ríkinum kunnu savnast, samstarva og læra hvør frá øðrum og um hvønn annan. Verkætlanin hevur eydnast væl, og fær nú eitt veruligt fíggjarligt grundarlag komandi 4 árini áljóðandi 12 mió. kr.
Føroysku sluppirnar – okkara siglandi mentanararvur – verður eisini raðfestur á fíggjarlógini fyri í ár, tí settar eru 2 mió. av til at umvæla og skifta skrokkin á Johonnu TG326. Sjálvbodna arbeiðið, sum er knýtt at sluppunum í Føroyum, skal ikki undirmetast, men slík 100 ára gomul skip kosta nógv í viðlíkahaldi, og vónandi kann hetta verða við at tryggja, at Johanna siglur í minst 100 ár afturat.
Tilsamans hevur Sambandsflokkurin á Fólkatingi gjørt avtalur við donsku stjórnina fyri 47,5 mió. kr. sum eru býttar soleiðis:
10,2 mió. kr. til gransking í uttanríkis-, verju- og trygdarpolitiskum málum
15 mió. kr. gransking í havstreymunum kring Føroyar og í Norðuratlantshavi
5,8 mió. kr. til betri umstøður hjá løgregluni til skjótivenjingar.
2 mió. kr. til umvælingar av sluppini Johannu TG 326
12 mió. kr til framhald av Sjómaq verkætlanini
2,5 mió. kr. til burturbeining av markaforðingum hjá føroyingum búsitandi í Danmark
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo