![Sirid skalagard](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/2/d/csm_sirid-skalagard_be2c4a0a5d.jpg)
![Sirid skalagard](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/2/d/csm_sirid-skalagard_be2c4a0a5d.jpg)
Almanna- og Mentamálaráðið: Seinnapartin í dag var móttøka í sambandi við at Skálagarður í Klaksvík læt upp.
Skálagarður er fyrsti rehabiliteringsdepil í Føroyum. Á Skálagarði eru átta búpláss, fýra umlættingarpláss og trý pláss til fólk, sum eru í eini avkláringartilgongd.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, helt røðu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo