Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Fartelefonin í fólkaskúlanum
Spurningar:
1. Er ætlanin at skipa ein almennan telefonpolitikk í fólkaskúlanum í Føroyum?
2. Er fartelefonin ein avbjóðing fyri fólkaskúlan?
3. Er tað at hava felags reglur fyri nýtslu av fartelefonum í skúlunum í andsøgn við talgilda gerandisdagin?
Viðmerkingar:
Tað hevur javnan verið frammi, at fartelefonin er ein avbjóðing m.a. í føroysku skúlunum. Grannalondini hava somu avbjóðingar og kjakast um, hvat skal gerast.
Fartelefonin er eitt fínt amboð at hava, men bundinskapurin at telefonini ger hana til meir enn eitt amboð og heldur til eitt trupulleika í dagligdegnum og skúladegnum.
Flestu skúlar hava ein telefonpolitikk. Hesir eru ymiskir frá skúla til skúla. Felags er tó, at skúlarnir og lærararnir hava ábyrgdina saman við næmingunum, at telefonpolitikkirnir verða hildnir. Tá hesar telefonreglur javnan verða brotnar, skapar hetta ofta keðiligar støður og eyka arbeiði fyri starvsfólk skúlans. Man kann seta sær spurningin, um frírúm kann skapast, har telefonin ikki er miðdepilin?
Tað er ávíst fleiri ferðir, at skúlin er ov bókligur, og at kreativitetur og rørsla eru manglar í skúlunum. Fartelefonin ger ikki virknið betri. Fría spælið, borðspølini og útilívið er ein minkandi partur av dagligdegnum hjá føroyingum, hóast gongufeløg o.o. skipa túrar í náttúruni.. Sjónvarpssendingin í KVF, “Útilív” varpar m.a. ljós á týdningin, útilívið hevur fyri likam og sál.
Tað vísir seg, at flestu skúlar hava teldur og talgild amboð í skúlanum til nýtslu í skúlaarbeiðinum, og tí er ikki tørvur á fartelefonini í skúlanum. Tí gera fleiri skúlar tað, at telefonin liggur læst í einum skápi í skúlanum frá skúladagsbyrjan til skúladagsenda. Hetta er sum sagt ymiskt millum skúlar.
Spurningurin er, um almennu Føroyar ikki eiga at hava eina felagskós, tá tað kemur til fartelefon í skúladegnum? Ein felags skúlapolitikkur ger, at vit hava felags ábyrgd, tá brot eru framd á skúlatelefonreglurnar. Eru skúlastýrini, saman við foreldrum, starvsfólkum og næmingum, ikki lykilin í hesum arbeiði?
Á Løgtingi, 19. apríl 2023
Jóhannis Joensen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo