Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum
Evni: Skúlaskeið hjá lærlingum
Spurningar:
1. Hvussu nógvir lærlingar fara í dag til Danmarkar, tá teir skulu undir skúlagongd?
2. Hvørja útbúgving eru hesir lærlingar í holt við?
3. Fyriliggur nøkur ætlan um, at fleiri av hesum skúlaskeiðum skulu kunna takast í Føroyum?
Viðmerkingar:
Tá lærlingar skriva undir sáttmála, eru skúlaskeið ein partur av sáttmálanum. Hjá teimum flestu, so er skúlagongdin í Føroyum, men nøkur hava sína skúlagongd í Danmark.
Hetta kann hava neiliga ávirkan á, at fólk útbúgva seg innan tey yrkini, har skúlagongdin er í Danmark. Í tilmælinum hjá Vakstrarforum viðvíkjandi útbúgvingarøkinum, verður hesin trupulleikin eisini nevndur, og verður mælt til, at fleiri skúlaskeið kunnu takast í Føroyum.
Í undanfarna valskeiði blivu pengar raðfestir til kokkaskúlan á Tekniska skúla í Klaksvík, so øll skúlaskeiðini kundu takast í Føroyum. Herfyri bleiv kunngerð lýst, ið ger tað, at í framtíðini fara kokkalærlingar at taka øll síni skúlaskeið her.
Áhugavert hevði verið at fingið greiðu á, hvussu nógv tað eru, ið skulu til Danmarkar til skúlagongd, og hvørja útbúgving hesir lærlingar eru í gongd við. So fæst eitt yvirlit yvir, um tað er grundarlag fyri at seta á stovn fleiri skúlaskeið í Føroyum.
Fyri at fáa greiðu á hesum, og um landsstýrið hevur nakra ætlan hesum viðvíkjandi, verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 26. apríl 2023
Beinir Johannesen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo