Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tveir fegnir feðgar á Djúpurmýru sunnudagin. Géza Támas Turi (t.v.) saman við soninum, Géza Dávid Turi - Mynd: Hans Erik Danielsen

Tveir fegnir feðgar á Djúpurmýru sunnudagin. Géza Támas Turi (t.v.) saman við soninum, Géza Dávid Turi - Mynd: Hans Erik Danielsen

Tveir fegnir feðgar á Djúpurmýru sunnudagin. Géza Támas Turi (t.v.) saman við soninum, Géza Dávid Turi - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Við smidligum bóltnertingum, róligum rørslum og elegantum vendingum, hevur hann heilt greitt verið ein av lyklaleikarunum í góðu gongdini hjá Víkingi higartil í ár.

Og tað er ikki bara á vøllinum, at hetta sæst aftur, men eisini í atkvøðugreiðsluni, tá besti spælari farna mánað skal veljast.

Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið atkvøða, og annan mánaðin á rað hevur Géza Dávid Turi úr Víkingi vunnið heiðurin. Hesaferð sum besti spælari í mai 2024.

– Ja, eg veit ikki heilt hvat eg skal siga. Eg eri errin og ótrúliga glaður fyri hendan heiðurin. Men tað ræður eisini um at hava bæði beinini á jørðini, og halda fram við tí harða arbeiði, sum vit allir í Víkingi leggja í fótbóltin. Einki kemur av sær sjálvum, sigur Géza Dávid Turi við heimasíðuna hjá FSF.

Aðrir, ið eisini fingu væl av atkvøðum hesaferð, vóru Samuel Chukwudi úr HB, Poul Kallsberg úr Víkingi, og toppskjúttin í Betrideildini hjá monnum, Páll Klettskarð úr KÍ.

Fyri heiðurin fekk Géza Dávid Turi handað eitt gávubræv upp á 1.000 krónur, ið kann brúkast á Hotel Brandan, Hotel Hafnia ella hjá Katrinu Christiansen í Havn, umframt eina glasstandmynd, ið er latin av FSF.

Tað var pápi Géza, Géza Támas Turi, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaði soninum heiðurin sum besti spælari í mai mánað.

Géza Támas kom til Føroya í 2006, og fyrstu tvey árini vardi hann málið hjá GÍ, sum síðani bleiv til Víking, eftir samanleggingina við LÍF. Fram til 2018 var eldri Géza ein av berandi kreftunum hjá Víkingi, og saman við gøtumonnum og leirvíkingum hevur hann vunnið tvey FM og fimm ferðir Løgmanssteypið.

Í løtuni er Géza Támas Turi málmansvenjari hjá KÍ og hjá A-landsliðnum hjá monnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo