Av tí at ein hjálparbátur fekk hanafótin, sum er partur av fasta startinum um skrúvuna tá barnaróðurin á Sundalagsstevnuni sum er í Kollafirði í dag skuldi rógvast valdu fyrireikararnir heilt at avlýsa róðurin.
Á kjakbólkum á sosialu miðlunum hevur onkur ilskast um hetta, og spurt verður, um tað ikki bar til at lata børnini sleppa at rógva við leysum starti sum gamalt var. Víst verður á, at fleiri av manningunum hava ferðast langt og eru spent at sleppa at rógva í dag.
Sum skilst er róðurin endaliga avlýstur, og verður ikki rógvin seinni í staðin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo