Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið/Silvurligan, menn: Eysturríki – Føroyar 3-0 (25-14, 25-14, 25-15)

Føroyska flogbóltslandsliðið við monnum tapti í dag 3-0 fyri Eysturríki í síðsta umfarinum av Silvurliguni, sum verður spæld í Eysturríki um vikuskiftið.

Eftir at Føroyar eftir stuttari løtu komu afturum 11-3 og síðani taptu 25-14 í fyrsta setti, birtist vón um at vinna annað sett, tá støðan gjørdist 11-12. Men vónin livdi stutt, tí Eysturríki vann níggju av teimum næstu 10 bóltunum, og so endaði settið sum tað undanfarna, 14-25.

Í triðja setti var hampiligt  fyrstu løtuna, men eftir 6-8 fór at dragna millum liðini, og Eysturríki vann 25-15.

Toppskorarar hjá Føroyum vóru brøðurnir Hjørtur og Bjarni Joensen við ávikavist 9 og 6 stigum. Til samans høvdu Føroyar tvey serviess í dag; eitt í part frá Filip og Vuc Ilic. Í blokkinum høvdu Føroyar bara eitt “kill” í dag, og tað var frá Jóhan Arna Elisson Wang. Eysturríki hevði 6 vinnarablokkar og 8 serviess.

Leygardagin kl. 15 spæla Føroyar seinasta dystin í kappingini. Tann dysturin er ímóti Ísrael.

--------

Í kvøld kl. 19 spælir føroyska kvinnulandsliðið ímóti Finnlandi í Høllini á Hálsi í seinasta dystinum í Silvurliguni hjá kvinnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo