FSF: Í hesum góðveðursdøgum standa tvær spennandi uppgávur fyri framman hjá føroyska kvinnulandsliðnum.
Fríggjadagin 31. mai spæla Føroyar og Andorra EM-undankappingardyst á Tórsvølli, og týsdagin 4. juni kemur Grikkaland á vitjan.
Báðar dagarnar byrja dystirnir klokkan 16:45.
Stuðulin til okkara leikarar frá áskoðarunum hevur stóran týdning, og vónandi vera nógv, ið koma á Tórsvøll hesar næstu dagarnar at rópa og heppa á Føroyar.
Men Fótbóltssamband Føroya ynskir eisini at geva nakað aftur, og tí fer FSF at bjóða kaffi (og te) og køku til allar áskoðararnar.
Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Kostnaðurin er einans 95 krónur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo