Badmintonsambandið: Síðstu fimm árini hevur 30 ára gamli Fai Yin Wong verið við til at ment føroyskt badminton, næstu 3 árini fær Wong høvi at lyfta støðið enn meira, nú sum landsliðsvenjari. Badmintonsamband Føroya hevur gjørt trý ára sáttmála við Wong.
Badmintonsambandið fekk fleiri enn 10 umsóknir til landsliðsvenjarastarvið, sum bleiv lýst leyst í vár, tá sáttmálin við verandi landsliðsvenjari Sune Gavnholt var galdandi til í summar. Sune ynskti ikki at longja sáttmálan.
Nevndin í BSF hevði samrøður við fleiri umsøkjarar, men tá til stykkis kom, valdi nevndin at gera ein trý ára sáttmála Fai Yin Wong sum høvuðslandsliðsvenjara. BSF hevur framfýsnar ætlanir um framhaldandi menning av føroyskum badminton og at styrkja altjóða luttøkuna hjá bestu føroysku badmintonleikarunum.
Wong hevur í tíð síni í Føroyum tikið tvey altjóða góðkend venjaraskeið og skal sambært nýggja sáttmálanum eisini taka triðja stig í altjóða góðkendu venjaraútbúgvingini. Sum hjálparlandsliðsvenjari árini 2019-2023 hevur Wong fingið gott innlit í førleikarnar hjá føroyskum badmintonleikarum og møguleikunum fyri at standa seg í altjóða kappingum.
“Vit eru heilt sannførd um, at vit við Wong hava fingið rætta persónin at útinna ætlanir okkara í verki” staðfestir Katrin Jacobsen, forkvinna í BSF. “Wong er ein dugnaligur badmintonleikari við altjóða royndum sum landsliðsleikari fyri Malaysia í Topp 50 í heiminum, og síðstu fimm árini hevur hann eisini víst sínar avgjørdu dygdir sum venjari í føroyskum høpi. Harumframt dugir Wong so sera væl at knýta persónlig bond til leikarar, at geva teimum afturljóð og fáa leikarar at seta sær høg mál og røkka teimum.”
Við einum trý ára sáttmála við Wong hevur BSF nú skapt tryggar karmar fyri eini menning av badmintonhópinum fram ímóti Oyggjaleikum á Orknoyggjum næsta summar og í Føroyum í 2027.
Wong byrjar í starvinum sum landsliðsvenjari eftir summarsteðgin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo