Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Dartsambandið: Eftir at landsliðini leygardagin vóru liðug at spæla um norðurlandameistaraheitini í dart, skipaði íslendska dartsambandið sunnudagin fyri Nordic Open í einmansleiki.

Hetta var ikki partur av norðurlandameistarakappingini, men burtursæð frá teimum norsku, vóru flest allir av hinum norðurlendsku landsliðsleikarunum við í kappingini, umframt hópin av øðrum íslendingum.

Kappingin var ein WDF bronsu-kapping á støði fyri eittnú Tórshavn Open og Iceland open, ið vóru fyrr í vár.

Fleiri føroyingar ruku út longu í tveimum teimum fyrstu umførunum, og tá komið var til áttandaparts-finalurnar, vóru bara Uni Árting og Jan McIntosh eftir. Uni tapti har móti Dennis Nilsson úr Svøríki, meðan Jan vann móti Mattias Fríðriksson og síðan móti Hallgrími Egilsson, báðir úr Íslandi. Harvið var bronsan tryggjað.

Eins og í norðurlandameistara-kappingini, so var tað aftur sunnudagin sviar í domineraðu, við at eiga 3 av 4 hálvfinalistum. Jan var tann fjórði og hann møtti her Edwin Torbjørnsson, ið hann hevur stríðst við so mangan í vár. Fyrsta settið var javnt, men Edwin tann betri og síðan hevði Edwin munin restina av dystinum og vann 4-0.

Bjørn Lejon vann kappingina, Edwin Torbjørnsson gjørdist nr. 2, meðan Dennis Nilsson og Jan McIntosh fingu bronsu.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo