Leif Mohr Kring Føroyar 2024: Í dag var onnur av fimm etapum koyrd, og 2. etapa bleiv koyrd í Eysturoynni. Byrjað var við sølubúðina hjá Leif Mohr á Kambsdali, og málið var sama stað. Leiðin gekk úr Kambsdali, um Gøtueiði, til Skálabotn, og so gekk leiðin til Oyndafjørð. Koyrt bleiv runt í vøkru bygdini, og so gekk leiðin sama veg aftur á Kambsdal. Áðrenn vinnarin kundi finnast skuldu súkklarar til Fuglafjørð, niðan Muntrabrekkuna, og síðan drúgvu brekkuna niðan á Kambsdal, har málið var.
Spurtaðu um sigurin
Fyrstur um málstrikuna var Jákup Petur Eliassen. Jákup Petur og Pauli Poulsen sluppu frá feltinum tá leiðin gekk niðan úr Oyndarfirði. Hesir eru í løtuni millum okkara sterkastu súkklarar, og tað var ikki fyrr enn seinastu metrarnir skuldu koyrast, at avgerðin fall.
Meðan Pauli hevur súkklað í smá tvey ár, so er Jákup Petur nú eitt sindur meira garvaður - og taktiskur. Hetta kom Jákup Petur tilgóðar, tá Pauli møguliga byrjaði spurtin nakað tíðliga. Jákup Petur legði seg beint aftanfyri bakhjólið hjá Paula, og bíðaði til røttu løtuna at fara framvið Paula. Tað eydnaðist til eitt UG, og tá avtornaði bleiv til trý sekund og tvær súkklulongdir, sum skilti sterku súkklararnar.
Pauli vann tryggan sigur í Einkultstartinum ígjár, og hann liggur tí samanlagt á odda eftir tvær kappingar. Samanlagt førur Pauli við hálvum øðrum minutti. Onki er avgjørt enn, men 93 sekund er nogv. Men að eru tríggjar kappingar eftir, og tí kann nógv henda áðrenn seinastu kilometrarnir skulu koyrast sunnudagin, tá trý finaluumfør skulu koyrast runt á Hálsi í Havn.
Sterkir skálamenn
Tveir skálamenn endaðu á sigurspallinum í dag. Pauli var annar og Kristmund Johannesen hin. Onkur helt skemtandi fyri, at Skála nokk var heimsins størsta súkklubygd. Og besta. Fleirfaldi føroyameistarin Bogi Kristiansen er skálamaður, og Jákup Petur Eliassen er eisini skálamaður.
Kristmund, Bergtór Thorsteinsson, Erik Neshamar, Bogi Gregersen og Súsanna Skylv jagstraðu Gunnar, sum misti Paula og Jákup Petur ávegis niðan úr Oyndarfyri. Gunnar royndi tað hann kundi at jagstra Paula og Jákup Petur, og Kristmund, Bogi Gregersen og onnur at koyra hann innaftur. Til tíðir minkaði longdin millum tey, og løtu seinni øktist.
Tað er rúm tíð síðan vit hava sæð Kristmund kappast á føroysku vegunum. Hann var væl fyri tá, men nú er støðið blivið væl hægri.
Tá leiðin gekk niðan Muntrabrekkuna bleiv Gunnar heintaður, og tá leiðin gekk niðan úr Fuglafirði var sjónligt, at Kristmund hevði góð bein. Hann slapp frá hinum, og tað gingu umleið 20 sekund til næsti kallurin koyrdi um málstrikuna, sum í dag gjørdist Bergtór.
Skylv sigraði
Møguliga hevur Súsanna Skylv eisini røtur úr Skála. Møguliga ikki, men sterk er hon, og aftur í dag vóru bert fáir kallar frammanfyri hana. Ígjár var hon samanlagt nummar fimm, og fýra í dag.
Niðan drúgvu brekkuna ávegis til Oyndafjørð, lá hon millum framstu súkklararnar. Trupulleikin eru longu omankoyringarnar. Her misti hon, og skuldi tí ein langan solotúr, áðrenn hon fekk bólkin hon áður koyrdi við, aftur. Drúgva brekkan niðan úr Fuglafirði sá ikki út at nerva hana nakað stórvegis, og tað var tí hon sum fór um málstrikuna sum fjórði súkklarin.
Eins og Pauli liggur Súsanna samanlangt á odda, og hon førur samanlagt við 39 minuttum. Nummar tvey í dag gjørdist Súsanna Eliassen og hon liggur eisini samanlagt á øðrum plássi.
Sandoyggin
Sandoyggin er karmur um 3. etapu. Í ár er startur og mál í Húsavík. Úr Húsavík gongur leiðin til Sands, runt um Sandsvatn, og síðan gongur leiðin til Skálavík. Koyrt verður runt í bygdini áðrenn leiðin gongur til aftur Sands, runt um Sandsvatn. Síðan til Húsavík, og síðan til Dals at venda, áðrenn leiðin gongur aftur til Húsavík, har málið er. Teinurin er góðar 55 kilometrar langur, og tilsamans túsund hæddarmetrar. Kappingin byrjar kl 14.
Ikki bara vaksin skulu kappast. Stutt eftir at kappingin millum vaksnu súkklarar er byrjað, sleppa børnini eisini at royna seg.
Úrslit, Leif Mohr Kring Føroyar 2024, 2. etapa:
Leif Mohr Kring Føroyar 2024 - Dagur 2 | Race resultater | Webscorer
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo