HSF: Eitt spennandi hondbóltsvikuskifti stendur fyri framman. Trý føroysk ungdómslandslið eru í dag farin til Íslands, meðan U16-mennirnir spæla tveir venjingardystir í Føroyum.
Føroysku U16-mennirnir spæla um vikuskifti tveir venjingar dystir ímóti Ísland í Føroyum. Talan er um fyrstu landsdystirnar hjá hesum ungu monnunum. Dystirnir vera leiktir á Giljanesi og í Kollafirði. Møguleiki verður fyri at stroyma dystirnar á live.hsf.fo.
Í morgun fóru U16- og U18-kvinnur og U20-menn til Íslands, har venjingardystir ímóti Íslandi eru á skránni. Dystirnir verða leiktir leygardagin og sunnudagin á Safamýri í Reykjavík. Dystirnir kunna vantandi stroymast.
Føroyski hópurin, ið skal royna seg ímóti Íslandi á Giljanesi og í Kollafirði sæst HER.
Liðini, sum eru farnir til Íslands at bjóða íslendingum av eru at síggja HER.
Skráin fyri dystirnar í Føroyum er hendan:
Leygardagin, 1. juni 2024 á Giljanesi
15:00 Føroyar – Ísland (U16-menn)
Sunnudagin, 2. juni 2024 í Kollafirði
15:00 Føroyar – Ísland (U16-menn)
Skráin fyri dystirnar í Íslandi er hendan (føroyska tíð):
Leygardagin, 1. juni 2024 á Safamýri
13:00 Føroyar – Ísland (U16 kvinnur)
15:00 Føroyar – Ísland (U18 kvinnur)
17:00 Føroyar – Ísland (U20 menn)
Sunnudagin, 2. juni 2024 á Safamýri
13:00 Føroyar – Ísland (U16 kvinnur)
15:00 Føroyar – Ísland (U18 kvinnur)
17:00 Føroyar – Ísland (U20 menn)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo