FSF: Tað verður meir ella minni eitt nýtt lið, ið Håkan Ericson, høvuðsvenjari hjá A-landsliðnum við monnum, og Eli Hentze, hjálparvenjari, senda á vøllin ímóti Lettlandi klokkan fimm seinnapartin
Undan dystinum í dag, samanborið við teir fyrstu ellivu, ið byrjaðu á vøllinum fyri trimum døgum síðani, hava venjararnir gjørt seks broytingar.
Bárður á Reynatrøð verður í mál, og verjuna manna Jann Benjaminsen, Gullbrandur Øregaard, Arnbjørn Svensson og Viljormur Davidsen. Á miðvøllin vera Pætur Petersen, Hanus Sørensen, René Shaki Joensen, Stefan Radosavljevic og Adrian Justinussen, og fremsti maður á føroyska liðnum verður Klæmint Andrasson Olsen.
Á bonkinum sita Silas Eyðsteinsson, Ari í Haraldstovu, Jóannes Kalsø Danielsen, Samuel Chukwudi, Daniel Johansen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Noah Mneney, Ragnar Samuelsen, Meinhard Olsen, Petur Knudsen, Patrik Johannesen og Jóan Símun Edmundsson.
Landsdysturin millum Lettland og Føroyar á Daugava stadion verður bríkslaður í gongd klokkan 17:00, og kann síggjast beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo