FSF: Nú er greitt, hvørjar tær fyrstu ellivu vera, ið Signe Pries Andersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum sendir á vøllin frá byrjan í EM-undankappingardystinum ímóti Andorra, sum verður á Tórsvølli í dag klokkan 16:45.
Valborg Østerø verjir málið, og í verjuni vera Tórunn Joensen, Birita Ryan og Sara Samson Lamhauge. Miðvøllin manna Ásla Johannesen, ið eisini er liðskipari, Sunniva Willemoes, Rúna Jacobsen og Jensa Tórolvsdóttir. Framrættaðir miðvallarar vera Eyðvør Klakstein og Fridrikka Clementsen, og í álopinum verður Heidi Sevdal.
Á bonkinum sita Eyðgerð Mikkelsen, Petra Hoydal, Rebekka Fjallsá Benbakoura, Durita Hummeland, Sanna Svarvadal, Tóra Mohr, Julia Naomi Mortensen, Lea Lisberg og Mona Rasmusdóttir.
Tríggjar ferðir áður hava Føroyar og Andorra møtt hvør øðrum í A-landsliðshøpi við kvinnum, og higartil hevur føroyska liðið drigið longra stráið í øllum dystunum.
Dysturin í dag er triðja umfar í undankappingini til EM 2025, og sum støðan er nú, hava Montenegro og Grikkaland 6 stig í part, meðan Føroyar og Andorra hava fyrstu stigini til góðar.
Atgongumerki til dagsins dyst á Tórsvølli fáast til keyps í nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.fsf.fo. Kostnaðurin er einans 95 krónur. Og í samband við dystin í dag bjóðar FSF øllum áskoðarunum ókeypis kaffi og køku.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo