Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Eysturskot bleiv stovnað í 2016 og harfrá kemur navnið F-16 Kappingin.

Byrjað bleiv klokkan 9:00 har 11 skjúttar skuldu skjóta um heiðurin at vinna hesa. Veðrið var gott men eitt sindur kalt í løtum.

Kappingin bleiv skipað soleiðis at allir skjúttar fyrst skuldu skjóta eftir 75 dúgvum fyri síðani at finna 6 teir fremstu, sum skuldu í eina meistara finalu sum er eitt vanligt umfar har teir skjóta eftir 25 dúgvum hvør.

Eftir fyrstu 75 dúgvurnar bleiv alt so spennandi sum tað kan blíva. Jón Jacobsen frá Byrsumúla og Johnhard Klettheyggj, somuleiðis fra Byrsumúla endaðu á 65 dúgvum saman við Alex Johannesen frá Eysturskot. Esmar Joensen sum er forseti í skjótisambandinum endaði á 58 dúgvum. Høgni G. Jósleivsson fekk 57 dúgvur og Kristian Johannesen saman við Jónstein Johannesn raktu 56 dúgvur allir tríggir frá Eysturskot. Shoot Off skuldi til fyri at finna útav um Kristian ella Jónstein skuldu í Meistara finaluna, har vann Kristian Johannesen, og so var Meistarabólkurin mannaður.

Í finaluni tekur skjúttin úrsliti frá teimum fyrstu 75 við sær í finaluna, og har gjørdi Alex Johannesen(EYS) bart og fekk samanlagt 87 dúgvur, Johnhard Klettheyggj (VBM) fekk 84 og Jón Jacobsen (VBM) fekk 83. Esmar Joensen skjeyt annars best í finaluni har hann skjeyt 23 av 25, men av tí at fyrstu 75 ikki var nøktandi, endaði hann sum nr. 4 við 81 dúgvum.

A-finalan bleiv avgreidd soleiðis at hvør skjúttin skeyt eftir 15 dúgvum, har alt bleiv nullstilla áðrenn finalu byrjan.

A finaluna vann Jónstein Johannesen (EYS) frammanfyri skálamannin Jóhannus Kristmundsson (EYS).

Bronsuna í A bólkinum vann 14 ára gamli toftamaðurin Marius Gaardlykke sum eisini umboðar Eysturskot.

Hanna Jensen handaði heiðursmerkini til hesa føðingardags kappingina.

Alt í alt ein góður dagur har skjúttar bæði skuldu vísa sínar dygdir við byrsuni, men ikki minst at tað mentala spælir ein týðandi leiklut.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo