Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

HSF: Venjararnir, Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen, hava úttikið hesar 16 leikararnar til U20 EM-endaspælið í Slovenia.

Málverjar:
Torstein Sivertsen, H71
Aleksandar Lacok, Neistin

Vinstri vengur:
Jákup Egholm, Ikast FS
Rói Seyer Hjaltason, H71

Høgri vengur:
Niklas Gaard, Neistin
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF

Strikur:
Rói Thomsen, H71
Ísak Vedelsbøl, H71

Bakspælarar:
Óli Mittún, IK Sävehof
Helgi Poulsen, H71
Høgni Heinason, H71
Høgni Højsted, H71
Rókur Ziskason, H71
Búi D. Poulsen, Grindsted GIF
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Tróndur Johnsson, VÍF

Málverjavenjari er Jens á Skipagøtu, fysioterapeut er Durita Rouch og liðleiðari Rani Ellingsgaard.

Kappingin verður hildin í Celje í Slovenia í tíðarskeiðmum 10. – 21. juli.

Føroyar eru komnar í ein sterkan bólk saman við Spania, Fraklandi og Sveis. Spania er hægst styrkismett í bólkinum, og eru teir verandi europa- og heimsmeistarar í hesum árganginum. Talan er um sera sterkan árgang hjá Spania, sum ikki hevur tapt nakran dyst í seinastu HM- og EM-kappingini. Føroyar taptu 35-25 fyri Spania í 2022. Føroyar eru styrkismettar nummar tvey í bólkinum og Frakland nummar trý. Føroyar vunnu 29-26 á Fraklandi í 2022 í U18 EM-endaspælinum. Føroyar hava ikki møtt Sveis áður.

Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Mikudagin 10. juli Føroyar – Sveis
Hósdagin 11. juli Frakland – Føroyar
Leygardagin 13. juli Spania – Føroyar.

Les meira um kappingina her:
M20 EHF EURO 2024 Slovenia (eurohandball.com)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo