Um níggju tíðina í kvøld kom bretski ráðharrin Michael Gove til Sørvágs, og var millum annað føroyski fiskiráðharrin Høgni Hoydal og tók ímóti á flogvøllinum í Sørvági.
Fyrst á skránni í morgin er kurteisisfundur við løgmann og síðani fundur við uttanríkis- og vinnumálaráðharran.
Á middegi verður siglt við uppsjóvarskipinum Høgabergi av Havnini á Miðvág, har fundur verður umborð við Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra. Í Vágum verður millum annað vitjað á Krígssavninum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo