Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

OY-RCI, sum er Airbus A319 flogfarið, ið Atlantic Airways langtíðarleigar frá írsku fyritøkuni SMBC, verður verandi í flotanum hjá flogfelagnum.

Ætlanin var annars, at OY-RCI eftir summarfrítíðina skuldi latast SMBC aftur, og ístaðin skuldi Atlantic Airways leiga eitt A320 flogfar, OY-RCK, frá Air Castle, ið somuleiðis heldur til í Írlandi, men hetta verður ikki av nøkrum. Orsøkin er, at leigufelagið megnar ikki at gera flogfarið klárt til tíðina.

OY-RCI, Ingálvur, sum hann er navngivin, hevur verið partur av flotanum síðani 2014 og verður, nú leiguavtalan er longd, væntandi í felagnum til mars 2019. Hann er av sama slagi sum Elinborg, A319, ið flogfelagið sjálvt eigur. Atlantic Airways eigur eisini William, sum er nýggja A320 flogfarið, sum kom í flotan um ársskiftið.

“Fyri at tryggja trý flogfør í flotanum hava vit valt at leingja avtaluna við SMBC í 18 mánaðir. Hetta gevur okkum samstundis tíð til at umhugsa,hvussu framtíðar flotin hjá Atlantic Airways skal síggja út,” sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo