- Alterntivið er ikki tunnil ella ikki tunnil, men tað stendur millum ein tunnil ella ein nýggjan veg omanfyri bygdirnar Miðvág og Sandavág, tí tað er ikki forsvarligt sum er, sigur Atli Gregersen, stjóri í nógv tí størstu fyritøkuni í Vágum.
Og ein tunnil er tí besta loysnin, sum ikki gevur ein mun á 5 minuttir í koyring, men einr 15 minuttir hvønn vegin, tað vil siga um 30 minuttir fyri hvønn túrin.
Árliga flytur Luna um 10.000 tons eftir vegnum gjøgnum Miðvág og Sandavág, men sambært stjóranum so verður tað til eini 17.000 tons komandi ár.
- Vit tosa um stórar og tungar treylarar og tangabilar sum flyta henda fiskin gjøgnum bygt øki og tað setur stór krøv til teir sum flyta fskin.
- Tosa vit um tann samlaða flutningin aftur og fram av smolti og laksi, so er talan um eini 30.000 tons árliga, so tað hevði verið ein stórur fyrimunur fyri alivinnuna um henda farleiðin var munandi stytt til útflutningshavnina í Havn.
- So at sloppið undan at koyrt gjøgnum bygt øki hevði gjørt alt munandi lættari fyri allar partar, ikki minst teir sum flyta fiskin, sigur Atli Gregersen.
- Tí sigi eg at alternativið er ein tunnil ella ein nýggjan veg omanfyri bygdirnar Miðvág og Sandavág, sigur hann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo