Tað er helst bara ein spurningur um tíð til Føroyar fáa ein nýggjan altjóða meistara í talvi.
Ungi sandavágsmaðurin Høgni Egilstoft Nielsen telvaði so væl í altjóða kappingini Faroes Open í Kollafirði, sum endaði nú um dagarnar, at hann ognaði sær ein sokallaðan IM-norm fyri avrikið.
Høgni hevði harða mótstøðu í kappingini. Hann møtti fýra stórmeistarum, og vann á einum teirra. Hann endaði nummar seks í kappingini og fer 29 ratingstig fram. Høgni verður tí føroyingurin við næsthægsta altjóða styrkitalinum - eitt stig fremri enn eldri bróðirin Rógvi, men kortini sløk 200 ratingstig minni enn føroyski topptelvarin Helgi Dam Ziska.
Hetta er annar IM-normurin, sum Høgni hevur ognað sær. Fyrsta normin vann hann í kappingini Rilton Cup í Svøríki í fjør. Nú restar ein normur í til Høgni verður altjóða meistari.
Bara tveir aðrir føroyskir telvarar eru altjóða meistarar í talvi. Teir eru John Rødgård og John Arni Nilssen. Helgi Dam Ziska hevur eisini verið altjóða meistari, men er í dag sum kunnugt vorðin stórmeistari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo