Meira enn 50.000 ferðafólk um Vága floghavn í juli og nýggj pinku-rundkoyring í Sandavági.
Nú eru 8 ferðsluforðingar í Miðvági og Sandavági, so sigast kann, at Vága kommuna einsamøll "bestemmar" hvussu tey uml. 500.000 ferðandi til og frá Vága floghavn skulu koma vegin fram.
Góði Henrik Old og politikarar allir: Farleiðin um Miðvág, Sandavág og Hálsin er ein stór skomm - latið nú P/F Vágatunnilin sleppa í gongd at gera tunnilin millum Vatnsoyrar og Fútaklett!
Tá koma flottu verkætlaninar báðar, Vágatunnilin og Vága floghavn rættiliga til sín rætt.
Samferðsluáhugaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo