Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Klaga um landsstýrismannin í samferðslumálum um brot á løgtingslóg um fast samband um Vestmannasund

Tann 10. mai 2017 fekk Landsstýrismálanevndin klagu frá Jørgen Niclasen, løgtingsmanni, har landsstýrismaðurin í samferðslumálum verður klagaður til Landsstýrismálanevndina fyri ikki at umsita løgtingslóg nr. 6 frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund á lógligan og fullgóðan hátt.

Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 8. og 16. august 2017.

Klagan

Sambært løgtingslóg nr. 6 frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund skal alt anleggið, uttan viðurlag, avhendast landinum til ognar, tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, og P/F Vágatunnilin stendur sum eigari.

Klagarin metir, at treytirnar í lógini eru uppfyltar, og at tunnilin tí eigur at latast landinum til ognar.

Lógargrundarlagið

Klagað verður um, hvørt landsstýrismaðurin hevur umsitið løgtingslóg nr. 6 frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund á lógligan og fullgóðan hátt.

Vísast skal á, at sambært § 38, stk. 1 í Stýrisskipan Føroya hevur Landsstýrismálanevndin eftirlit við, at starv landsstýrisins verður útint á lógligan hátt. Landsstýrismálanevndin hevur tí bert møguleika fyri at eftirkanna, um landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur hildið seg innan fyri lógarinnar karmar.

Í § 1, stk. 1 og 4 er ásett:
”§ 1. P/F Vágatunnilin, (skr. nr. 2809/1998) fær rætt til vega-, brúgva- og tunnilsgerð millum Streymoynna og Vágarnar um Vestmannasund og ognarrætt til lidna tunnilin við tilhoyrandi brúgvum og vegi.
Stk. 4. Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, og P/F Vágatunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið, uttan viðurlag, avhendað landinum til ognar.”

Í § 2, stk. 1 er ásett:
”§ 2. Landsstýrismanninum verður heimilað at seta pening í P/F Vágatunnilin, annaðhvørt sum partapening ella sum ansvarligan lánikapital (ábyrgdarpening) soleiðis, at samlaða upphæddin í mesta lagi verður kr. 160,3 mió., og kann landsstýrismaðurin ráða við grundarlagi í samlaðu heimildini frá gildiskomu lógarinnar.”

Í § 7, er ásett:
”§ 7. Frá og við árinum tá tunnilin verður latin upp fyri ferðslu, hevur felagið, við grundarlagi í útveganarkostnaðinum, rætt til skattligar avskrivingar eftir reglunum um vinnuligar bygningar.
Stk. 2. Við útveganarkostnaði skilst tær samlaðu byggiútreiðslurnar til vegir, brúgvar og tunnilsgerð v.m.”

Viðgerð av málinum
Tað er serliga ásetingin í § 1, stk. 4, sum er viðkomandi at tulka í hesum føri.

Tað eru tvær treytir sum skulu vera uppfyltar:
⦁    Útveganarkostnaðurin skal vera fult afturgoldin
⦁    P/F Vágatunnilin skal standa sum eigari.

Treyt nummar tvey er lokin, so spurningurin er tískil, um fyrsta treytin eisini er lokin.

Spurningurin er, hvussu orðingin ”Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin” skal skiljast? Klagarin hevur tað sjónarmiðið, at tunnilin skal avhendast landinum, tá felagið hevði goldið aftur tey lán, sum felagið tók til bygging av tunlinum. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Henrik Old, hevur hinvegin tað sjónarmiðið, at ikki bara lánini skulu gjaldast aftur, men at eisini partapeningurin, sum landið hevði sett í felagið, skal gjaldast aftur, áðrenn anleggið skal avhendast landinum.

Av lógaruppskotinum (18/1999: Uppskot til løgtingslóg um fast samband um Vestmannasund) framgongur, at verkætlanin verður fíggjað við 160,3 mió. kr., sum Løgtingið gjøgnum Vinnumálastýrið setir í felagið, umframt upptøka av láni frá fíggingarstovnum.

Í álitinum í málinum (lm. nr. 18/1999) stendur einki beinleiðis um hesi viðurskifti.

Orðaskifti til 1. viðgerð er ikki tøkt á heimasíðu Løgtingsins. Til ber at lurta eftir orðaskiftinum til 2. og 3. viðgerð, men her verður einki sagt um, hvussu orðið ”útveganarkostnaður” skal skiljast.

Nøkur sjónarmið, sum tala fyri, at bæði lán og partapeningur skulu gjaldast aftur, áðrenn anleggið skal avhendast landinum:

⦁    Sjálv orðingin í § 1, stk. 4, ”Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin…” bendir greitt á, at talan er um, at allur kostnaður av at útvega tunnilin, skal gjaldast aftur, áðrenn treytin í lógini er lokin. Sjálvt orðið ”útveganarkostnaðurin” má tulkast sum, ”kostnaðurin av at útvega tunnilin” ella ”kostnaðurin av at gera íløguna” ella ”kostnaðurin av at fremja verkætlanina”.

⦁    Av lógaruppskotinum (18/1999: Uppskot til løgtingslóg um fast samband um Vestmannasund) framgongur, at verkætlanin verður fíggjað við 160,3 mió. kr., sum Løgtingið gjøgnum Vinnumálastýrið setir í felagið, umframt upptøka av láni frá fíggingarstovnum. Og í uppriti til landsstýrisfund, dagfest, 21. januar 2015, skrivar Jørgen Niclasen, táverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, um Vágatunnilin, at: ”Landið hevur sett 160,3 mió. kr. í partafelagið. Restina av byggiútreiðslunum hevur felagið fíggjað við lántøku. Byggiútreiðslurnar vóru umleið 300 mió. kr.”

Hetta vísir, at kostnaðurin av at útvega tunnilin varð fíggjaður við partapeningi og láni.

⦁    Orðingin í serligu viðmerkingunum til § 1, stk. 4 (í upprunauppskotinum § 1, stk. 3) bendir á, at talan er um samlaðu verkætlanina. Har stendur: ”Her verður staðfest, at ognarrætturin til samlaða anleggið gongur yvir til tað almenna, tá íløgan er goldin.”

⦁    Ásetingin í § 7, stk. 2 ”Við útveganarkostnaði skilst tær samlaðu byggiútreiðslurnar til vegir, brúgvar og tunnilsgerð v.m.” stuðlar avgjørt eisini hesum sjónarmiði.

⦁    Tann 10. september 2013 svaraði Kaj Leo Holm Johannesen, táverandi løgmaður, fyrispurningi frá Poul Michelsen, táverandi tingmanni. Og tann 21. desember 2016 svaraði Aksel V. Johannesen, løgmaður, fyrispurningi frá Jørgen Niclasen, tingmanni (nr. 27/2016). Løgmenninir svara báðir, at bæði lán og partapeningur skal gjaldast aftur, áðrenn treytin í lógini er lokin.

⦁    Á ársaðalfundinum 7. apríl 2016 boðaði Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum frá, at sambært lógini er tunnilin ikki afturgoldin, fyrr enn øll íløgan ella útveganarkostnaður er afturgoldin. Tískil skuldi Vágatunnilin ikki latast landinum í 2016. Tað skal gerast, tá útveganarkostnaðurin sambært lógini er fult afturgoldin.

Nevndin tók hesi boð frá partaeigaranum til eftirtektar.

Nøkur sjónarmið, sum tala fyri, at bert lánið skal gjaldast aftur, áðrenn anleggið skal avhendast landinum:

⦁    Tann 17. juni 2014 svaraði Jørgen Niclasen, táverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, spurningi frá Eivindi Jacobsen, táverandi tingmanni, (nr. 63/2013). Í svarinum vísir landsstýrismaðurin á, at almenna fatanin hevur verið, at nýtslugjøldini einans skuldu fíggja lánsgjøldini, og at tunnilin skuldi latast landinum, tá lánið úr íleggingargrunninum var afturgoldið. Víst verður til viðmerkingarnar til § 5, stk. 1 viðvíkjandi nýtslugjøldum. Har stendur m.a., at ætlanin er, at nýtslugjøldini skulu fíggja bæði afturgjaldingina av lánunum til byggingina og raksturin av vegunum og tunlinum.

Víðari sigur landsstýrismaðurin, at ikki fyrr enn fyri kortum er kjak komið um, at lógarteksturin sigur nakað annað, enn ætlanin og eisini almenna fatanin var. Landsstýrismaðurin endar við, at hann ætlar sær í Løgtingið við nágreining av lógini, fyri at sláa fast, at einki bummgjald skal vera eftir, at lántøkan er afturgoldin, og tunnilin gerst ogn hjá landinum, soleiðis sum alla tíðina hevur verið almenna fatanin.

⦁    Í lm. nr. 14/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald, (um at frítaka bummgjald fyri mvg) verður eisini komið inn á hetta. Karsten Hansen, táverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, skrivar í almennu viðmerkingunum m.a., at tá ein undirsjóvartunnil so verður tikin í nýtslu, stendur viðkomandi partafelag fyri rakstrinum, líka til lánið í tunlinum er afturgoldið. Tá lánið er afturgoldið, verður partafelagið upployst, og undirsjóvartunnilin fellur aftur til landið sum ein vanligur partur av landsvegakervinum. Støða verður tá eisini tikin til, um skipanin við bummgjaldinum skal halda fram.

Uppskotið varð samtykt á Løgtingið 12. nov. 2002.

⦁    Á ársaðalfundinum í P/F Vágatunnilin, sum var hildin tann 14. apríl 2015, skeyt nevndin upp, at avhenda tunnilin til tað almenna tann 10. desember 2016. Táverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, tók undir við hesum.

Niðurstøða
Hóast ábendingar eru um, at politisk ivamál hava verið um, nær alt anleggið skal latast landinum til ognar, so metir Landsstýrismálanevndin tað vera rættiliga greitt, serliga sambært løgtingslógini um fast samband um Vestmannasund, at ”útveganarkostnaður” skal skiljast sum kostnaðurin av at útvega tunnilin, ella at gera íløguna, ella at fremja verkætlanina. Tá ið tunnilin er útvegaður partvíst við láni og partvíst við partapeningi, er talan sostatt ikki bert um, at lánini skulu gjaldast aftur, men at allur kostnaðurin av at útvega tunnilin skal gjaldast aftur, áðrenn treytin í lógini er lokin.

Um so var, at tunnilin skuldi latast landinum til ognar, tá bert lánið var afturgoldið, so átti hetta at staðið greitt í løgtingslógini um fast samband um Vestmannasund – tað ger tað ikki.

Tá Vágatunnilin er fíggjaður við láni og partapeningi, er hetta tað, sum eigur at gjaldast aftur, áðrenn treytin í § 1, stk. 4 er lokin.

Landsstýrismálanevndin fer at vísa á, at nevndin bert hevur viðgjørt, um treytirnar fyri, at Vágatunnilin skal avhendast landinum, eru loknar, og ikki viðgjørt spurningin um bummgjaldið.

Landsstýrismálanevndin metir ikki, at talan er um brot á løgtingslóg nr. 6 frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund.

Nevndarinnar vegna
Jógvan Skorheim
formaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo