Komandi sunnudag, 27.august, verður skipað fyri gongurtúri/ferð norð á Slættanes.
Farið verður til gongu frá Oyrargjógv kl. 09.00 og gingið verður fram við bakkanum norð til bygdina.
Siglt verður eisini til bygdina, bæði frá Vestmanna og Oyrargjógv, fólk kunnu venda sær til Visit Vágar og bíleggja sær pláss.
Á Slættanesi verður guðstænasta hildin í skúlanum/kirkjuni umleið kl. 12.00.
Tað eru Maria Jørðdal Niclasen, Theodor E. Dam Olsen og Marjun í Kálvalíð, sum øll hava ættarbond á Slættanesi, sum standi fyri guðstænastuni saman við sóknarprestinum í Vágum. Farið verður til altars. Havið sálmabók við.
Vistit Vágar, Vága gongufelag og prestarnir
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo