Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Nýggja talgilda Súlubonusskipanin hjá Atlantic Airways er sera væl móttikin, og longu eru fleiri enn 14.000 limir í skipanini.

Atlantic Airways arbeiðir áhaldandi við at betra enn meira um Súlubonusskipanina, og nú skipanin er nakrar mánaðir gomul, hevur felagið gjørt eina eftirmeting. Grundað á hesa eftirmeting hevur Atlantic Airways gjørt nakrar tillagingar, ið koma limunum til góðar:

• Tíðin, vunnin stig eru galdandi, er longd úr fimm upp í sjey ár

• Stigatalið í skipanini verður nú tillagað soleiðis, at tað er lættari at samanbera við onnur flogfeløg

• Tað er nú eisini upp til 20% skjótari at spara sær stig til eina bonusferð

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways sigur í viðmerking, at hesar broytingarnar koma øllum súlulimunum til góðar.

- Tað verður skjótari at spara sær stig til eina bonusferð og tey, ið ikki ferðast ofta, fáa í størri mun møguleika at gangnýta síni súlubonusstig, tí tíðin, stigini eru galdandi, er longd við tveimum árum.

- Stigatalvan er eisini broytt soleiðis, at gjøgnumskygnið fyri kundan verður størri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo