Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Skúlablaðið: Tretivu tímar er tað, føroyska samfelagið heldur, at útlendingum tørvar um árið fyri at læra føroyskt. Hesir tímarnir áttu at verið tvífaldaðir fleiri ferðir, heldur Jón Eli Ole-Jacobsen, ið er lærari í Sørvágs skúla.

- Tímatalið er alt, alt ov lágt. Næmingarnir, sum ikki duga føroyskt, eru mín ringa samvitska hvønn dag. Eg føli hvønn dag, at eg ikki røkki teimum, hvørki málsliga ella fakliga; og eg veit, at aðrir lærarar hava tað á sama hátt. Eg má hugsa um hinar næmingarnar, og tað ger, at einki er til avlops til næmingin við øðrum máli.

- Fólkaskúlalógin fatar eisini um næmingar við øðrum etniskum uppruna enn føroyskum, og vit siga, at skúlin er fyri øll, men endamálsorðingin í lógini fevnir ikki um tey, tí tey verða so dyggiliga sett til viks. Spennið er so stórt, at uppgávan er ómøgulig, hóast vit arbeiða næmingalagað; ofta hava næmingarnir, sum koma seint til okkara, vánaliga skúlagongd heimanífrá, og tí kann spennið vera fleiri skúlaár. Fremsta uppgávan verður tí fyrst og fremst at fáa næmingin at støðast; er næmingurin sosialur, og tekur hann lut í ítrótti eftir skúlatíð, so er uppgávan at fáa hann at støðast lættari.

Næmingarnir eiga at fáa eitt tilboð, sum hevur til endamáls at læra teir føroyskt, heldur Jón Eli Ole-Jacobsen.

- Teir eiga at fáa undirvísing í føroyskum hvønn dag, einar 8-10 tímar um vikuna, og helst skulu fáir næmingar vera fyri hvønn lærara, tí næmingarnir eru so sera ymiskt fyri málsliga og fakliga, og aldursspjaðingin kann eisini vera stór.

Eingin námsætlan er fyri teir 30 tímarnar, ið útlendingar fáa; tað er trupult at gera námsætlan, tí fortreytirnar hjá næmingunum eru so sera ymiskar, heldur Jón Eli Ole-Jacobsen.

- Í einum skúla kunnu vera næmingar, sum hava fleiri ymisk mál; tann, sum undirvísir, roynir kanska at læra tey føroyskt umvegis enskt, men summi teirra duga heldur ikki enskt. Tað er ein avbjóðing at fáa dygd í hesar 30 tímarnar, tá fortreytirnar eru so ymiskar. Onkuntíð eydnast tað bara læraranum at læra tey fremmandu nakrar grundleggjandi setningar á føroyskum.

Lesið samrøðu við Jón Eli Ole-Jacobsen og Jóhannis Joensen í Skúlablaðnum, sum júst er komið.

Fleiri søgur í Skúlablaðnum - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo