Flestu sperrurnar vóru komnar á summarhúsini í Bø seinnapartin í dag og á tí eina var flaggað. Tað hevur verið nakað nógvur vindur í dag og tað hevur møguliga darvað arbeiðinum.
Í gjár vóru húsini annars reist og í dag skuldu sperrurnar leggjast á.
Tá VP var framvið um kl. 15.30 í dag (19/7) var flagg reist á tí eina húsinum og fløgg lógu klár í nøkrum av hinum.
Sum sæst á myndunum verður útsýnið í heimsklassa.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo