Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Sunnudagin, 25. november kl. 17 verður nýggja bókin Súlan er góð. Ein tíðarmynd úr Mykinesi frá sekstiárunum løgd fram í Gamla Skúla í Sørvági.

Í bókini eru savnaðar søgur og minnisbrot hjá mykinesfólki, sum Janus Mohr í Hoyvík hevur fest á band í tíðarskeiðnum 1964-1967 og aftur í 1972.

Upptøkurnar eru síðan skrivaðar av til frásagnarform við nakað tí sama orðavali, sum fólkini hava brúkt, og fyri tað mesta orðarætt. 

Frásøgufólkini, sum øll uttan eitt eru úr Mykinesi, siga hugtakandi frá tí, tey hava upplivað sjálvi, og her eru frásagnir um at kalla allar tættir í gerandislívinum hjá mykinesfólki frá fyrst í 20. øld.

Nakrar frásagnir er eisini eftir Keldu-Jákup úr Sørvági, sum hevði mykinessiglingina í eitt mannaminni.

Talan er um eina hugtakandi sið- og mentanarsøguliga heildarmynd av okkara egnu fortíð, soleiðis sum hon var livað og upplivað eitt ávíst stað av vanliga fólkinum har.

Framløgan er almenn og øll eru vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo