Katrin Jóhanna úr Miðvági, sum hevur loyvi at fiska 2.500 tons av svartkjafti av menningarkvotu, sum skuldi mennast á Snarfrost í Miðvági, landar í morgun alla lastina, góð 1.700 tons av svartkjafti til Havsbrún í Fuglafirði, skrivar Norðlýsið.
- Tað ljóðaði annars í miðlunum fyri kortum, at um ikki var gjørligt at fáa menningarkvotuna virkaða á virkinum í Miðvági var ætlanin í fyrstu atløgu at landa til virkini í Hvalba og Vestmanna, skrivar Norðlýsið.
Sambært Norðlýsinum hava Katrin Jóhanna og Snarfrost fingið tillutað menningarkvotu í fýra ár: 10.400 tons av svartkjafti, 2.002 tons av makreli og 1.593 tons av sild.
- Tað er stóri alirisin Bakkafrost, sum eigur Havsbrún og sum framleiður mjøl og lýsi. Tað eru útlendingar sum eiga meirilutan í Bakkafrost, skrivar Norðlýsið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo