Ein spennandi grannauppgerð í flogbólti í Meistaradeild kvinnur var á Giljanesi í dag millum Drátt og SÍ.
Dysturin gjørdist ein 5-settari, sum so ofta fyrr.
Men tá avtornaði var SÍ omaná og vann dystin 2 – 3.
Settúrslitini vóru 21 – 25, 26 – 24, 16 – 25, 26 – 24 og 9 – 15.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo