![](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/c/e/csm_Sjalvtoka-Sorvagur_3c22efbf35.jpg)
![](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/a/5/csm_Sjalvtoka-Sorvagur1_4f04dd03fc.jpg)
![](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/c/e/csm_Sjalvtoka-Sorvagur_3c22efbf35.jpg)
![](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/a/5/csm_Sjalvtoka-Sorvagur1_4f04dd03fc.jpg)
Í seinastuni hevur sjálvtøkan hjá Betri í Sørvági havt ávísar tøkniligar trupulleikar, og tí bleiv nýggj sjálvtøka sett upp fríggjadagin. Betri skrivar, at nýggja sjálvtøkan er at finna sama stað sum áður mitt í bygdini í Sørvági.
Betri hevur tvær aðrar sjálvtøkur í Vágum. Ein er at finna á flogvøllinum og hin er í Miðvági.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo