07 Vestur hevur gjørt ein 3 ára sáttmála við 35 ára gamla norðmannin Julian Madsen. Hóast ungur,hevur Julian Madsen drúgvar royndir sum venjari.
Sum høvuðsvenjari hevur Julian staðið á odda fyri m.a. Førde og Lørenskog, har hann hevði tiluppgávu at manna liðini við ungum lokalum leikarum. Í 2016, tá ið Julian tók yvir, lá Lørenskog tilniðurflyting í 3. deild.
Arbeiðssetningurin Juliani var at mannaði liðið hjá Lørenskog við lokalumungum leikarum frá fótbóltsakademinum og í 2018 eydnaðist teimum at røkka einum 3. plássi ídeildini. Julian hevur eisini drúgvar royndir sum ungdómsvenjari og leikaramennari.
Í Bodø/Glimt, var Julian høvuðsvenjari hjá 2.– og juniorliðnum samstundis sum hann var leikaramennari. Julian hevur eisini verið leikaramennari fyri U15 og U16 liðini hjá Vålerenga.
Julian hevur verið í uppskoti sum ársins venjari í Norra og varð, av norska fótbóltssambandinum,kosin ársins ungi venjari í 2013.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo