Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Sørvágs kommuna: Fríggjadagin 16. novembur settu Atli K. Petersen og Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, sínar undirskriftir á avtalu um at brúka vard verk eftir frymlinum, sum semja er um við Kommunufelagið. Tað merkir, at í Sørvágs kommunu kunnu vard verk verða brúkt lógliga bæði innanhýsis í kommununi og í undirvísing.

Innanhýsis brúk er til dømis at taka avrit av eini grein og býta hana út til øll starvsfólkini. Undirvísingarbrúk merkir til dømis at ljósrita eina mynd og vísa í uppvørpu fyri einum flokki í Sørvágs skúla. Avtalan fevnir eisini um barnagarðar og dagstovnar, tá ið sangtekstir verða býttir út til børnini.

Nú avtala er gjørd við báðar kommunurnar í Vágum, er eisini alt komið í rættlag viðvíkjandi felags undirvísingartilboðum, til dømis at avrita nótar til næmingar í Musikkskúlanum í Vágum.

Bæði fyri innanhýsis- og undirvísingarbrúk er ársgjaldið 200 kr. fyri hvønn fólkaskúlanæming, sum hoyrir heima í Sørvágs kommunu.

Ársgjaldið verður, eftir at umsitingarútreiðslur eru drignar frá, goldið upphavsfólkum sum brúksgjald.

Fjølrit og Sørvágs kommuna gleða seg til gott samstarv.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo