- Her koma sera nógv fólk at taka myndir av Drangunum. Tey vilja sleppa gjøgnum okkara haga til eitt heilt ávíst stað at taka hasa myndina av Drangunum og Tindhólmi sum tey hava sæð á Instagram. Vit hava bara sagt, at tað er í ordan, men so noyðast tey fyrst at gjalda. Tí slitið uppá hagan er stórt av allari gongdini, og har er bara ein rás at ganga eftir. Og ongin sleppur út uttan ferðaleiðara.
Tað sigur Gutti Guttesen úr Bø, sum í eitt mannaminni hevur verið hagastýrisformaður og enn longri hevur røktað í ognarhaganum Teigarnir í Sørvági, sum er hagin har tann nógva gongan er um sumrarnar.
Gutti Guttesen ger viðmerkingar til svenska myndamannin Sven Broeckx, sum var í Føroyum við einum hópi í august, og á bloggi sínum gevur ilt av sær, tí tað er so dýrt og trupult at sleppa fram at bestu støðunum at taka myndir í Føroyum.
Les eisini: Gestsins eyga: Útlendskur ferðasmiður rør framundir at Føroyar eru ein marra at vitja
Gutti Guttesen sigur, at talið á vitjandi í haganum er nógv vaksið seinastu árini. Tey allar flestu gera avtalu um at fara út áðrenn, og tey allar flestu eru stak væl nøgd, hóast teir taka 550 kr frá hvørjum og viðhvørt meira.
Men summi royna at sníkja seg ella vilja prutta um prísin.
- Í hasum førinum, tá svenski myndamaðurin var her, vísti tað seg skjótt, at hann ikki ætlaði at gjalda tað, sum hann hevði fingið at vita at tað kostaði. Tí bleiv onki burturúr túrinum hjá honum, sigur Gutti við VP.
- Vit forhandla ikki um prís, bara um tey eru heilt nógv, so hava vit onkuntíð latið nøkur prosent í avlsáttri. Vit brúka nógva orku uppá hetta, tí vilja vit eisini hava eitt sindur burtuúr, sigur Gutti Guttesen.
Pól Sundskarð sum eigur hiking.fo, sum umsitur atgongd til fleiri hagar í Føroyum, verður eisini nevndur í blogginum hjá svenska myndamanninum. Men Pól Sundskarð ætlar ikki at gera stórvegis viðmerkingar til tað sum ført verður fram.
- Eg kann bara siga, at eg royni at vera tøkur tað mesta av samdøgrinum. Men um so er, at onkur ringir um og ummaftur, og ætlar at tosa um prísin, so er kanska ikki so nógv hjá mær at gera, sigur Pól Sundskarð í stuttari viðmerking.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo