Aftur í ár verður skipað fyri stórum nýggjárshaldi í Sørvági. Ungdómur hevur prýtt bygdina við yvir 1000 blikkum og á fjallinum mynda blikk nýggja árstalið. Blikkini verða tendraði klokkan 23.15.
Sjálvt nýggjárshaldið verður hildið í Húsmøðrafelagshúsinum og tað byrjar klokkan 00.45. Nýggjársrøðan í ár verður hildin av Jørgen Niclasen, løgtingsmanni.
Felagssangur verður og eisini fara vit upp á gólv.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo