Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Rógvi Egilstoft Nielsen, Sandavágs Talvfelag. Undir liðini á honum hómast yngri bróðirin Høgni á 1. borði

Rógvi Egilstoft Nielsen, Sandavágs Talvfelag. Undir liðini á honum hómast yngri bróðirin Høgni á 1. borði

Rógvi Egilstoft Nielsen, Sandavágs Talvfelag. Undir liðini á honum hómast yngri bróðirin Høgni á 1. borði

Talvsambandið: Landskappingin í talvi fyri lið er byrjað. Telvað hevur verið báðar seinastu sunnudagarnar, og eftir tvey umfør eru vágamenn fremstir. Líkt er til, at fremstu trý feløgini í 1. deild fara at vera tey somu sum farna kappingarár.

Sandavágs Talvfelag, Klaksvíkar Talvfelag og Havnar Telvingarfelag hava vunnið sínar dystir higartil. 

Støðan í toppinum í 1. deild eftir tvey umfør:

1. Sandavágur 7 stig
2. Klaksvík 6
3. Havnin 5

Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag hava tvey lið í 1. deild. Sætta liðið í deildini er Kollafjarðar Talvfelag.

Sandavágs Talvfelag hevur somu manning sum í fjør. Høgni Egilstoft Nielsen situr á 1. borði í ár. Stóribeiggin, Rógvi, hevur víkt sætið og hevur sett seg á 2. borð. Silas Eyðsteinsson og Torkil Nielsen eru á aftaru borðunum.

Á liðnum hjá Klaksvík 1 hava Ólavur Simonsen, Rani Nolsøe, Steintór Rasmussen og Janus Skaale telvað fyrstu tveir dystirnar. 

Meistarar í dvala
FM-manningin seinastu tvey árini hjá Havnar Telvingarfelag er byrjað eitt sindur trilvandi. Hvørki Helgi Dam Ziska ella Martin Poulsen - OL-toppskjúttin í september - hava verið við. Sum skilst ætlar Martin Poulsen ikki at telva í vetur. 

Sunnudagin vóru OL-telvararnir Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen heldur ikki við. Á liðnum telvaðu í staðin Sjúrður Thorsteinsson, Rógvi Mortensen, Herluf Hansen og Heiðrikur Jacobsen. 

Í 2. deild, har seks lið kappast, hevur Havnar Telvingarfelag lagt seg á odda, og í 3. deild, sum hevur tíggju lið, hava norðstreymoyingar fingið bestu byrjanina. Á odda eru Kollafjørður og EB/Streymur, sum er nýtt lið.

Dystirnir í 3. umfari verða sunnudagin 25. november. Í 1. deild verður telvað soleiðis: Klaksvík-Sandavágur, Havnin-Kollafjørður og Havnin 2-Klaksvík 2.

Tíggju umfør eru í landskappingini.

Meira kann lesast á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo