Klokkan 14 seinnapartin í dag kemur nótabáturin Katrin Jóhanna á Miðvág.
Um 11 tíðina var Katrin Jóhanna á Havnini eftir fólki, skilst.
Tað eru brøðurnir Árni og Hjarnar Dalsgaard úr Skálavík sum saman við Tummas Henriksen úr Sørvági hava keypt skipið, sum æt Herøy, til Føroya úr Noregi. Tað skal fiska av menningarkvotu sum er tillutað Snarfrost í Miðvági.
Prísurin er slakar 44 milliónir krónur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo