Mamma Agga doyði rættiliga ung. Ikki so langa tíð aftaná fór Agga út at fjakka. Pápi hansara segði mær, at Agga fór avstað við ryggsekkinum fullum av sorg.
Agga bleiv eitt slag av ryggi í familjuni. Hann er elstur av trimum. Tá ið mamman doyði, var Agga 18 ár. Tvíburðasystkinini vóru ellivu.
Leikluturin hjá Agga bleiv líkasum at orkestrera. Fyrst familjuna. Seinni eisini eitt land. Og síðan alla verðina, ið einki skil er á heldur.
Agga er lærari. Hann brúkar summarfrítíðina til at fyrireika seg til næsta skúlaár. Hvør annar ger tað? Eg havi ongantíð møtt nøkrum, sum er so eldhugaður.
Vit hittust sum reikarar við barnastóli. Vit fylgjast enn. Eg enn við barnastóli. Hann aftur skjótt. Kvinnur vilja hava DNA frá monnum, sum meina tað. Monnum, ið tora ta torføru tilveruna við innbygdari refleksjón. Monnum, sum skjóta skelk á fólk vegna annað enn uppblásta kúgan.
Men Agga hevur altíð verið fangaður millum tvær verðir: Sum orkesturleiðari í mausoleuminum í Stoffalág - og so sum familjumaður sjálvur við teimum eitt sindur inntómu krøvunum, sum líkasum liggja í luftini her á leið. Familjan er eydnan í Føroyum.
Góði Agga. Í tær er innliving altíð við yvirlutan. Eisini tá ið hon er ómøgulig at vísa vegna vreiði, og tú bara rullar avstað sum ein hvalbingur í undanbrekku úti í Lítlu Dímun.
Á, eg hevði viljað møtt mammu tíni. Eins og eg hevði viljað møtt míni egnu mammu, ið enn andar og livir. Í báðum førum kom eg ov seint. Tað er ov seint at fáa eina mammu, tá ið tú ert vaksin.
Eg kenni tín æviga longsil, tína vreiði og tína fríandi sorg.
Agga og eg ganga javnan runt allan Ringvegin í Havn. Samrøðurnar á túrinum - okkara lítla Phileas Fuck, sum samborið við ta skaldsligu heimsumferðina í 80 dagar, tekur 80 minuttir - snúgva seg um okkara lív, kærleikan, ta kunsturligu verðina og býttiskap sum heild. Eisini okkara egna.
Ongantíð snýr tað seg um at spilla nakran út. Stendur onkur fyri skotum, er tað við tilviti um okkara egnu ørkymlan og longsil eftir eini loysn ella at skilja trupulleikan; eisini kallað at upploysa problemið. Okkum leingist eftir friði.
Tey flestu, sum eg kenni, høvdu ikki torað at verið við í hesum samtalum. Tíansheldur tímað. Sum regul er býtið 10/90. Eg tosi 10 prosent av tíðini. Agga stendur frá hini 90.
Agga var kelivætti hjá teimum, sum seinni blivu LGBT-arar. Tað var fyri 20 árum síðan. Øll vildu hava hendan metroseksuella andstøðingin við sínum vælsignaða eyelinara á morgunball. Hetta til tann eina dag: Tá ið Agga segði seg vera ímóti, at fólk av sama kyni skuldu kunna gifta seg.
Tá steðgaðu tær tolsomu innbjóðingarnar líka knappliga og hvølt, sum tá ið ein bilur rennir inn í ein armeraðan betongvegg.
Enn ganga fleiri av hesum tolsomisumboðum fram við Agga uttan at heilsa. Eg kenni tað sjálvur. Summi tosa ikki við meg, tí eg eri vinur Agga.
Soleiðis er homo sapiens. Vit eru sjáldan nakað av tí, vit geva okkum út fyri at vera. Og síðan tá havi eg sjáldan trúð upp á hart útblástan tokka. Í roynd og veru er tann trúgvin endaliga fokin aftan á ísraelsku Gaza-drápini, ið løgið at siga als ikki hoyrast aftur í okkara fitta, mentanarkristiliga morgunlestri.
Lat okkum í hesum andanum venda aftur til føðingardagsbarnið:
Kirkjufólk, javnaðarfólk og pride-fenrikar í gáreygum siga líkasum um ektaða vin mín:
"Agga? Gott er! Hann koyra vit bara í onkra av okkara heimagjørdu ruskspannum. Men, hvussu skulu vit skilja hann? Høgravendur? Homofobur? Gott er, báðir brenna væl. Ella hví ikki tyrva hann og koyra hann í:
"Samkyndur uttan at vilja viðurkenna tað"?
Ja.
Eg var til eitt mentanartiltak í Norðurlandshúsinum, tá ið ein tolsemisoddur stoytti mær í oyrað, at Agga heilt sikkurt var samkyndur.
Agga, verðin verður neyvan broytt. Hon verður valla tolsom. Men tað hjálpir at gera tað, sum er tyngst, tí tað býður okkum mest ímóti, nevniliga at sameina:
At síggja samstarv í tí, sum annars skilir okkum.
At leita til støð og menniskju, ið meina tað mótsetta av okkum, og sum bjóða okkum inn kortini.
Tað er eisini ein háttur at styrkja sínar egnu hugsanir - ella skifta tær út.
Nú ert tú blivin fimmti og byrjar eitt slag av nýggjum lívi saman við forkvinnuni í Javna og hennara deiligu, heitu og stuttligu familju. Tað er eyðmjúkliga sagt fantastiskt.
Tú, ið hetta lesur:
Ikki sláa Agga upp í glens. Hav stóra virðing fyri honum. Men harta fanan, tá ið hann treingir til tað. Og hav nettupp virðing fyri honum, tí tá ið tú ert vorðin til deytt dust, eins og Agga, fara fólk at minnast hann og neyvan teg.
***
Agga Niclasen og samsintir liberalistar kring knøttin royna at gera uppreistur við orðum. Og orðini bíta á stældum siðvenjum, heldur Agga:
"Vit opinbera sjálvsálit og trúgv upp á menniskjað. Vit vilja hava fleiri vinfólk og færri sálarfrøðingar. Betri grannaløg og færri stovnar. Meiri álit og minni tilmæli."
Og hóast tað sambært Agga gongur av skriðuni í Føroyum hesum viðvíkjandi, merkir hann so dánt, at hann ger mun við at reiggja til teirra, ið mynda normarnar.
"Tað er kanska tí, at frælsisynskið er universelt. Frælsið og tráanin eftir at skipa sín egna gerandisdag er júst tann máttur, ið eigur lívið í okkum," sigur Agga.
Eisini Ole Wich heldur, at tað munar at rógva ímóti rákinum:
"Jeg kan konstatere, at mine italesættelser sætter spor. Derimod skal jeg ikke forvente at blive krediteret for mine påvirkninger af det færøske samfund. Udefrakommende skrives traditionelt ud af færøsk historie. Kreditering ville være en indrømmelse af, at jeg har indflydelse. Det vil mine modstandere ikke give mig."
(Úr bókini, Slepp tær til heiti fani, eftir Høgna Mohr)
Høgni Mohr
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo