Í morgin mest vestan, lot til frískan vind men sum dagurin líður minkar vindurin burtur, fleiri sólløtur gjøgnum dagin og hitin um 10 stig.
Týsdagin frískar hann vindin av norði og útnyrðingi, samdrigið men turt fyri tað mesta og hitin um 7 stig.
Mikudagin strúkur í vindi av norði og útnyrðingi, regn tað mesta av degnum og hitin 6-8 stig.
Hósdagin heldur sama veðrið fram, men seinnapartin slítur í og hann makar vindin.
Fríggjadagin fyrst stilli, seinni frískur vindur av landsynningi, samdrigið men turt, hitin 6-10 stig.
Næsta vikuskiftið verður veðrið gott við lítlum vindi lágt og fleiri sólløtum, tað verður lýtt, um 12 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo