Nú um dagarnar eru tvær ognir til sølu hjá meklaranum Skyn. Onnur er til sølu í Nólsoyar Páls gøtu í miðbýnum í Havn, og hin ognin verður seld í Klaksvík.
Men, sum sæst, verða gøtunøvnini uppkallað eftir sama Nólsoyar Páli stavað ymiskt í Havn og í Klaksvík.
Spurningurin er, hvar stava tey gøtuna rætt - í Klaksvík ella í Havn?
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo