Fróðskaparsetrið: Tá talan er um fólkaheilsu og matumhvørvi, er umráðandi, at brúkarin fær bestu karmarnar, og neyðugt er, at partarnir, sum bygnaðarliga varða av føroysku fólkaheilsuni, lyfta í felag.
Hesi viðurskifti verða viðgjørd á ráðstevnu hjá Heilsustýrinum og Setrinum um fólkaheilsu og matumhvørvi, ið vit sum brúkarar ferðast í.
Fólkaheilsu- & matumhvørvisráðstevnan verður leygardagin 14. september kl. 10.00-12.30 í Kongshøll á Vestary Bryggju í Havn.
Tiltakið er ókeypis, men tilmelding krevst.
Ráðstevnan er viðkomandi fyri politisku skipanina, myndugleikar, leiðslur, aðalráð og stovnar. Málbólkurin er eisini matvøruhandlar, heilsølur og onnur, ið beinleiðis og óbeinleiðis hava ávirkan á, hvørjar matvørur føroyski brúkarin hevur atgongd til.
Ráðstevnan er eisini viðkomandi fyri lesandi og onnur, sum vilja hava meira vitan um ella arbeiða fyri betri fólkaheilsu í Føroyum.
SKRÁ
• Vælkomin. Umboð fyri Heilsustýrið bjóðar vælkomin.
• Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, setir ráðstevnuna.
• Hvør, hvat og hvar eta vit hvat? Vár Honnudóttir, Heilsustýrið. Føroysku kostvanarnir úr stóru fólkaheilsukanningini “Hvussu hevur tú tað? frá 2023 verða almannakunngjørdir.
• Føroysk innflutningsmynstur. Heri Joensen, Hagstova Føroya & Snorri Patursson, Heilsustýrið. Innlit í føroysk innflutningsmynstur og vinnutøl frá heilsølum, ið lýsa nýtslu av útvaldum vørubólkum.
• Nordic Diets Network – samstarvið. Iben Humble Kristensen, Fødevarestyrelsen og verkætlanarleiðari í Nordic Diets Network. Styrkin við norðurlendskum samstarvi og vitanardeiling, og hvussu vit í felag kunnu lyfta, hóast treytirnar kunnu vera ymiskar.
• Steðgur & netverkan
• Politisk amboð til at fáa burðardyggar og heilsugóðar kostvanar. Leneisja Jungsberg, Nordregio. Politisk amboð og norðurlendskar loysnir, ið hava til endamáls at ávirka brúkaraatferðina og fremja eitt burðardygt og heilsugott kostmynstur.
• Kjak: Hvat krevst fyri fáa eitt heilsubetri matumhvørvi í Føroyum? Breitt umboðandi panel og orðaskifti um matumhvørvið í Føroyum. Orðstýrari leiðir kjakið.
Melda teg til ókeypis til ráðstevnuna her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo