BirkBloggur: Sangir er kanska so nógv sagt, tá vit skulu syngja Dylan í felag. Tað hevur forðingar við sær, um vit beint fram hugsa morgunsang. Skaldið Dylan, hitt fremsta, ið enn snurrar á plátuspælaranum, hevur í mínum oyrum ein meiri insiterandi og messandi dynamikk, enn felagssangurin kann lofta, sum í Tá ódnin brestur á, ið byrjar varisliga á tí persónliga pláninum við ljóst gjøgnumskygdu røddini hjá Knúti, og síðan flytir einstaklingin út á messianskar víddir við fylgispæli, trummum, klaveri og kvinnuligum kórrøddum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo