Kokkaskúlin: Kokkaskúlin í TSK við føroyskum kokkanæmingum við í norðurlendskum matfestivalí í Norra
Í farnu viku vórðu føroyskir kokkanæmingar, saman við undirvísara í kokkaskúlanum TSK Andras S. Jacobsen í Norra og luttóku í ”Arktisk Mat Festival” í Mosjøen, Norra.
Verkætlanin ”Taste of The Nordics”, har kokkanæmingar úr Føroyum, Íslandi og Norra arbeiddu saman um at gera eitt sjálvtøkuborð við matvørum úr teimun trimum londunum, snúði seg um at seta sjóneykuna á matmentan og haldførar matvørur í útnorðurøkinum.
Verkætlanin var eitt samstarv millum kokkaskúlan TSK, kokkaskúlan í Íslandi og Mosjøen Vidergående skole. NORA fíggjaði verkætlanina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo