Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Skálaberg hjá Kjølbro og strandfaraskipið Smyril (seinni Dúgvan) hittast á vágni í Klaksvík. Síðutrolarin er ávegis til Spania til upphøggingar.

Skálaberg KG 118
Skálaberg var smíðaður í 1956 í Bremerhaven í Týsklandi. Hann var 955 tons brutto, fermdi 560 – 600 tons av saltfiski og hevði guvumaskinu við turbinu, tilsamans 1500 hestar. Kaj Johannesen var skipari, Jákup Oluf á Lakjuni úr Fuglafirði 1. stýrimaður og Erling Laksafoss 1. meistari. Seinni førdu Mortan hjá Kaj og Samson O. Samson, systursonur Kaj, bátin, sum øll árini fiskaði óføra væl.

Fyrsta árið (1957) var Skálaberg fyrst tríggjar ísfiskatúrar, so fýra saltfiskatúrar og síðani aftur tríggjar ísfiskatúrar. Ísfiskatúrarnar vetrarhálvuna vóru teir 28-29 mans og saltfiskatúrarnar summarhálvuna úr 46 upp í 51.

Mortan hjá Kaj, ið sigldi nógv sum yvirmaður við Skálabergi, segði eitt nú soleiðis um faðirin:

”Eg haldi, tað var gott skil í pápa. Hann hugsaði seg altíð væl um, tók eingi óráð fyri, men brúkti vit og skil. Hann dugdi væl at leggja arbeiðið til rættis umborð. Í ringum líkindum var hann ofta millum teir fyrstu at leggja á dekkið, leggja bakk ella fara undir land at kroka, bar tað til. Men samstundis koyrdi hann tað øgiliga hart og legði nógv á seg sjálvan. Hann var sera kønur í at trola á ringum botni.”

Sum sjeytiárini komu, fóru guvutrolararnir at takka fyri seg. Maskinan, serliga ketilin, hevði avmarkaða livitíð, og tá ið ov dýrt var at seta nýggjan dieselmotor í Skálaberg, varð hann 4. juli 1974 seldur sum gamalt jarn. Mynd: Oddbjørn Vágslíð.

Smyril (Dúgvan)
Hesin Smyril – fyrsti stavsettur við seinna y – var smíðaður á Tórshavnar skipasmiðju (nú MEST), liðugur í 1967. Hann hevði pláss fyri 300 ferðafólkum. Hetta var tíðin, tá ið tørvurin at flyta bilar tók at økjast í stórum, men henda tørv kundi strandfaraskipið ikki nøkta.

Við bógkrananum bar til at taka nakrar bilar umborð og seta teir í lastina, tað var alt. Skjótt gjørdist greitt, at verulig bilferja mátti fáast til vega, skuldi tørvurin til Suðuroyar og aðrastaðni nøktast. Hetta hevði við sær, at nýggjur Smyril í 1975 varð keyptur frá danska felagnum Mols-linien.

Óli Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo