Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Innsent: Enn einaferð er kollfirðingurin, Ronnie klárur við einum nýggjum sangi.

Sangurin kallast “Vil Ikki Dansa”, og tað er ein lættur og festligur sangur við eitt sindur av futti í. Søgan í sanginum er um ein mann, sum ikki vil dansa, ella rættari sagt, ikki torir at dansa og tí sigur nei, tá ið hann verður bjóðaður. Har eru nøkur orð í sanginum, ið ganga aftur úr "Bygdafrell", men tað er ikki víst, at tað er tað sama bygdafrellið, sum tað snýr seg um.

Hetta er ein uppspunnin søga, men Ronnie hevur møguliga skrivað eitt sindur um seg sjálvan. Hann sigur soleiðis: “Er tað eitt, sum eg ikki tori, so er tað júst at dansa. Eg sigi altíð nei, tá ið eg verði spurdur um ein dans. Eg hevði sera gjarna viljað dugað at dansað, men tað dugi eg ikki, og tí er tað lættast hjá mær at siga nei, hóast eg haldi tað verða bæði flóvisligt og ómansligt”.
 
Julian Andreasen hevur framleitt og ljóðblandað sangin.

Sangurin er at hoyra á øllum teimum vanligu tónleikapallunum so sum Spotify og Youtube frá dags dato.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo