Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Innsent: Dagfinn Olsen og Kim Hansen geva nú út sangin 'Tíð, ið koma skal'.

Sangurin snýr seg um at fara hvør sín veg, men at skilnaður ikki altíð er endaligur, men er vinalagið gott, so krossast vegirnir helst aftur. Og finna hjørtuni saman, so er heilt víst, at tey finna saman aftur í tíð, ið koma skal.

Dagfinn hevur fleiri sangir, ið hópa seg upp í skuffunum, og júst hesin hevði í august í ár 30 ár á baki, so tíð var helst uppá at fáa hann innspældan og útgivnan. Dagfinn hevur í fleiri ár ætlað at fingið Kim við sær í hesa verkætlan, og fyri eini tveimum árum síðani fóru teir spakuliga til verka, og teir hava tikið sær góða tíð, og arbeitt í fríløtum.

Dagfinn og Kim eiga annars langa søgu saman. Dagfinn var virkin tónleikari miðskeiðis í áttatiárunum, og spældi tá sum tannáringur kring landið, eisini í Nólsoy. Har hoyrdist mangan sangur og gott klaverspæl út gjøgnum eitt opið stovuvindeyga, og hetta var ein sera ungur Kim, ið spældi. Seinni komu teir at kennast, og spældu onkutíð saman.

Tá Dagfinn í 1997 gav útgðávu út, fekk hann Kim at spæla tangentar á onkrum løgum og at syngja tvey løg, har serliga Fagri Flokkur gjørdist kendur.
Kim er millum kendastu og virknastu tónleikarar í landinum. Dagfinn hevur spælt nógv øll árini, men ikki verið so virkin á útgávuøkinum seinnu árini. Men fyri eini 4 árum síðani kom “hol á aftur”, og gav hann eina barnafløgu út, og fyri tveimum árum síðani kom eitt jólalag, har børn sungu.

Nú eru Dagfinn og Kim úti við sanginum 'Tíð, ið koma skal', sum teir báðir syngja. Kim spælir klaver og annað, Dagfinn spælir bass, og Jens Marni Hansen spælir guitar. Kórrøddir eiga Kim, Dagfinn og Tróndur Enni. Upptøkur hava Kim og Tróndur tikið sær av, og Finnur Hansen hevur ljóðblandað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo