Vinnuhúsið: Í farnu viku fingu lesandi á Fróðskaparsetrið Føroya innlit í virksemi hjá fyritøkum í Eysturoynni.
Vinnuhúsið, saman við Fróðskaparsetrið Føroya, skipaði í farnu viku fyri vinnuvitjanarferð í Eysturoynni. Endamálið við vitjanini er at skapa eitt betur samstarv millum vinnulívið og útbúgvingarverkið. Eitt gott samstarv er við til at tryggja at útbúgvingarskipanin er í tráð við tørvin hjá vinnuni og arbeiðsmarknaðinum, umframt at samstarv er við til at eggja til nýskapan, tá lesandi og vinnulív samstarva um at loysa veruligar avbjóðingar.
Á vinnuvitjanini hesa ferð gekk leiðin til GroAqua, KJ og Bakkafrost. Fyritøkurnar høvdu fyrilestur um virksemi og síðani varð farið runt at hyggja eftir virkseminum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo