Faroe Music Export: Fokus er sett á Føroyar og føroyskan tónleik, tá ið kendi festivalurin The Great Escape fer av bakkastokki í mai 2025.
– "Hetta eru einki minni enn stórtíðindi, sum uttan iva fara at lata nógvar hurðar upp fyri føroyskan tónleik í altjóða tónleika- og mentanarheiminum", sigur Glenn Larsen, leiðari í Faroe Music Export (FMX).
„Millum lond, sum festivalurin áður hevur sett sjóneykuna á, finna vit nógv størri lond, so sum Spania, Italia, Bretland, Frankaríki, Noreg, Australia, Kanada, Niðurlond og fleiri, men at eitt so lítlið land sum Føroyar bæði fær møguleikan og verður sæð sum verandi til reiðar til uppgávuna, fer uttan iva at fáa mong í altjóða mentanarheiminum til at spíla eygu og oyru upp. Eg rokni við, at hetta verður sæð sum ikki minni enn ein sensasjón har úti í altjóða tónleikaheiminum”, sigur Glenn Larsen, leiðari á Faroe Music Export (FMX).
Tónleikavinnuumboð úr øllum heiminum
The Great Escape Festival er ein tónleikafestivalur, sum varar í tríggjar dagar og verður hildin í Brighton í Onglandi hvørt ár í mai. Festivalurin, sum varð stovnaður í 2006, verður mettur at vera tann størsti festivalurin av sínum slag í Europa. Á festivalinum er eitt fjølbroytt úrval av tónleikabólkum og tónlistafólki, sum spæla á yvir 30 pallum kring allan býin.
Festivalurin dregur fólk til sín frá øllum herðashornum í Europa, umframt úr øðrum pørtum av heiminum, og hevur ofta víst seg at gerast ein avgerandi lopfjøl fyri yrkisleiðina hjá nógvum tónlistafólkum. Ikki minst fáa tónlistafólkini eitt heilt serligt høvi at presentera seg og sín tónleik fyri teimum allarstørstu og mest týdningarmiklastu aktørunum innan serliga live-tónleikaiðnaðin. The Great Escape festivalurin er kendur fyri at vera ein showcase-festivalur, har aktørar kunnu finna nýggj talent, og áhoyrarafjøldin fær møguleikan at uppliva tónlistafólkini í einum meira nærverandi umhvørvi, áðrenn tey seinni fara at spæla á teimum stóru tónleikapallunum kring heimin. Umframt konsertirnar er eisini ein eyka dagsskrá, sum fer fram um dagin við pallborðsfundum og framløgum.
Væntandi verða um 16.500 fólk og meira enn 4.500 umboð úr tónleikvinnuni á festivalinum komandi ár.
Føroysk tónlistafólk í brennidepilinum
Tey síðstu árini hava Føroyar fingið alt meira rúmd og uppmerksemi á kenda festivalinum. Men i 2025 koma Føroyar heilt upp á toppin á festivalinum fram um onnur lond, tí hetta árið verður sjóneykan serliga sett á Føroyar sum tónleikaland.
«Stutt sagt merkir hetta, at tað í 2025 verður lagdur serliga stórur dentur á Føroyar», fortelur Glenn Larsen, leiðari á Faroe Music Export (FMX). «Vit fara at hava upp til átta tónlistanøvn við. Tey spæla minst tvær konsertir hvør, ið verða partur av almennu skránni, umframt at vit fara at hava tvey eyka tiltøk, sum vit sjálvi skipa fyri. Vit fáa eisini pláss í pallborðskjakunum, og vit fara at hava okkara egnu móttøku og eitt netverkstiltak fyri umleið 200 umboðum og tíðindafólkum. Hetta verður á almenna høvuðsøkinum fyri tey altjóða umboðini. Harumframt fáa vit gleðina av einum risastórum marknaðarføringspakka. Í dag fer eitt tíðindaskriv út í øllum Evropa um hetta. Sum ein stórur eykaágóði kann vera, at vit fáa føroysk tónlistafólk við í kickoff-tiltøkum hjá festivalinum í London frá í heyst fram til næsta ár.»
Ikki minni enn ein sensasjón
Føroyar hava seinastu árini verið serliga væl umboðaðar á kenda showcase-festivalinum The Great Escape, og tónleikabólkarnir og tónlistafólkini, sum hava fingið møguleikan at vera við, hava eisini havt sera væl eydnaðar og professionellar framførslur. „Hetta er eisini ein stórur partur av orsøkini til, at vit nú fáa bjóðað henda risastóra møguleikan“, sigur Glenn Larsen víðari. „The Great Escape hevur lagt væl til merkis góðu gongdina, sum føroysk tónlistafólk hava havt á altjóða pallinum, og tey hava eisini sæð, hvussu nógva orku tónlistafólkini leggja í tað, og hvussu professionelt, tey arbeiða. Framstig okkara hava veruliga vakt ans millum aktørar í tónleikaheiminum.”
Sjálvt skrivar The Great Escape soleiðis í enska tíðindaskrivinum, sum eisini fer út í dag:
„The Great Escape er longu bergtikið av føroysku tónlistafólkunum og av framførslunum hjá slíkum sum Joe & The Shitboys, Aggrasoppar, Elinborg og Brimheim. Nú Føroyar fara at trína mitt inn í altjóða kastiljósið sum “Lead Country Partner” (Fremsta Samstarvsland) á festivalinum hetta árið, fer Faroe Music Export skrivstovan at seta saman eina skrá við einum breiðum úrvali av landsins fremstu talentum í 2025, fleiri enn nakrantíð áður.“
Rory Bett, CEO fyri MAMA Festivals & VIP Nation Europe, sigur eisini: „Tað er ein framíhjárættur at kunna varpa ljós á tað fantastiska talenti, sum kemur úr eini so einastandandi tjóð sum Føroyar. Vit hava veruliga notið tær frálíku framførslurnar hjá føroyskum tónlistafólkum áður, og vit megna næstan ikki at bíða eftir at sleppa at síggja alla breiddina av tónleikatalenti og kreativiteti, sum vellir úr føroyska samfelagnum í ár. Eg ivist onga løtu í, at hetta fer í stóran mun at ríka enn eina frálíka útgávu av The Great Escape festivalinum.“
Ein umráðandi lopfjøl fyri tónlistafólk
Millum longu røðina av tónlistafólkum, sum áður hava spælt á The Great Escape í byrjanini av tónlistayrkisleið teirra, finna vit stórmenni sum til dømis Ed Sheeran, Adele, Sigrid, Aurora, Rag’n’bone Man, John Grant, Wet Leg, Charli XCX, Mø, Bastille, Christine & The Queens, Ben Howard, Bon Iver, Mumford & Sons, Highasakite, Laura Marling, og eina langa røð av øðrum tónlistafólkum. Tað var so seint sum í 2022, at Føroyar fyrstu ferð veruliga vaktu ans á festivalinum og í býnum Brighton við at hava heili fýra tónlistanøvn við í almennu skránni.
Hvørji listafólkini verða, sum skulu spæla á festivalinum í 2025, er nakað, sum fyriskiparatoymið hjá The Great Escape festivalinum sjálvt avger og velur út. Hetta fer at verða kunngjørt seinni.
The Great Escape fer fram í Brighton frá 14. – 17. mai 2025.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo