Filmsfelagið: Meksikanski filmurin Tótem, sum Filmsfelagið sýnir mikudagin, hevur fingið sjáldsama góð ummæli í altjóða pressu, og vunnið hópin av virðisløninum frá Berlin til Jerúsalem, Beijing og heima í Meksiko býi, har leikstjórin, Lila Avilés, er fødd í 1982. Í 2018 gjørdi hon filmin La Camarista, um eina kamarsgentu á einum luksushotelli har í býnum.
Nýggi filmurin Tótem íður av lívi, hóast deyðin setur karmin. Sjey ára gamla Sol er í lívligu húsunum hjá abbanum í Meksiko býi. Uttan at hann veit av tí, leggja øll til rættis eina fagnaðarveitslu fyri pápanum, sum kemur heim, raktur av krabba. Sum dagurin líður, gerst tað greitt fyri Sol, at nú fer øll tilveran at broytast.
Tótem er ein innilig og grípandi søga um húskið hjá Sol – framúr leikstjórnað av Lilu Avilés, sum hevur fingið fleiri virðislønir fyri filmslistarliga avrikið, sum eisini var í kapping at fáa Oscarvirðislønina sum besti filmur, ið ikki var á enskum máli.
Ummælarin hjá New York Times gevur meksikanska filminum fult stigatal við orðunum: “Totem is a coming into consciousness story about a child navigating realms — human and animal, spiritual and material — that exist around her like overlapping concentric circles. Yet even as the story’s focus sharpens, what matters here are the characters: their emotions and worried words, how they hold it together and fall apart, their individual habits and shared habitat.”
Filmsfelagið 25/9 kl 20:00 TÓTEM (Lila Avilés Meksiko 2023 95 min)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo